Kjartan er ávegis til norskt topplið

Kjartan Johansen er farin til Noreg at hyggja at umstøðunum og helst skriva undir

Kjartan Johansen skal í næstum hyggja nærri at umstøðunum í norska toppfelagnum, Fyllingen Håndbold. Hann er enn ein av U21 dreingjunum, sum vóru til HM-endaspælið í Algeria, ið skal av landinum at spæla.

 

Les eisini: Aftur til Føroya at spæla

 

- Eg fari væntandi í næstu viku at hyggja at umstøðunum í felagnum, hvar eg skal búgva og arbeiða. Um tað sær gott út, so skrivi eg undir, sigur Kjartan Johansen, ið annars skuldi spæla við Kyndli í ár.

 

Tað undir HM endaspælinum fyri U21 landslið, at umboð fyri norska landsliðið setti seg í samband við láma høgrabakkin av Strondum. Hjálparvenjarin hjá Noreg er eisini ítróttarstjóri hjá Fyllingen, sum er eitt av toppliðunum í Noreg.

 

- Teir blivu nummar 3/4 í fjør og skulu tí spæla EHF Cup í ár. Liðið hevur bara ein høgra bakk, so eg vóni at kunna fáa spælitíð, um eg skifti, sigur Kjartan Johansen.

 

Kjartan Johansen er uppvaksin í StÍF, men fór í fjør til Danmarkar at royna seg, men umstøðurnar vóru ikki sum hann ætlaði. Tí valdi hann at koma aftur til Føroya at spæla farna kappingarár. Í summar skifti hann til Kyndil, men vildi ikki siga so nógv um skiftið, annað enn at hann flutti til Havnar í samband við útbúgving og arbeiði.

 

Nú er hann saman við U21 spælarunum Róa Berg Hansen (FIF), Niklasi Simonsen (Skjern Håndbold), Jónasi G. Djurhuus (Høj), Fríða H, Weihe (Frederikshavn IF), Helga H. Hoydal (Odder) og Áka Egilsnes (KA Akureyri, ÍS) at finna í útlendskum hondbólti.