Kjartan Eli og Marin útsligin

Tað eydnaðist ikki Kjartan Eli Hentze og Marin í Dali at røkka longri enn kvartfinaluni í blandaðum tvímansleiki.

Tað gekk annars stak væl hjá Kjartan Eli Hentze og Marin í Dali, sum í 1/8-finaluni vunnu á einum sera sterkum pari av Rodos. Í kvartfinaluni møttu tey somuleiðis einum pari av Rodos, men hesaferð máttu tey bæði boygja seg. Dysturin endaði 3-0 til liðið av Rodos, hóast talan var um ein javnan dyst.

Settini endaðu 11-9, 13-11 og 11-8.