Kjartan Dalsgaard in memoriam

*28. juni 1942 - † 28. okt. 2011

Á ferð um fjøll vit sóu teg
so mangan kvikan fara,
har tú so gløggur vísti veg
for stórum mannaskara.

Tey kendu teg sum merkismann
við alski til tað lendið,
sum tú á ferð um fjøll teim fann,
har hvørja kleiv tú kendi.

Um gæva tín nú uppi var,
og lív bleiv skert og strevið,
so vilji tín teg uppi bar,
um helsótt setti stevið.

Tú skóti vart til evsta dag,
tú hollur vart í huga,
tú mongum legði lunn og lag
til vælaverk at duga.

Tó innast tær í hjarta brann
tín kona og tey kæru
sum tú við alsk við henni vann
í lívsins ástarlæru.

Nú tókst tú niður jarðartjald,
nú sløkti tú títt bál,
tó avrik tíni bjørt og bald
oss lýsa vøll og vál.

Vit takka tær for alt tú vart
for oss til síðstu stund,
for trúskap tín og brá tú bart
við hvønn ein vinarfund.

Nú fórst tú tína evstu ferð
at finna fjallið fjara,
har ongin vegur aftur ber,
har sælur tú ert bara.

Verð heilsaður í himnabú
við tøkk frá jarðarfløtu,
for lív títt millum oss í trú,
til tú gekst himnagøtu.

Ein tøkk frá vinum mongu her,
nú tú fanst himnaliðið
á tíni evstu skótaferð.
Vár vinur: “HVÍL Í FRIÐI!”
---------------
pmp