UNDIRSJÓVARTUNNIL
Í fjøruni á Saltnesi eru menn farnir í gongd við kjarnuboringar. Endamálið við kjarnuboringunum er at kanna, hvussu undirlendið er.
Á Saltnesi er ætlanin at bora einar 70 metrar beint niðureftir. Kjarnirnar verða tiknar upp so hvørt, og skulu sendast til jarðfrøðissavnið at verða kannaðar og skrásettar. Teir hava gjørt eina kjarnuboring við Sandvíkarhjalla, og mangla at gera tvær afturat hesari á Saltnesi; eina á Raktanga, og eina á Strondum.
Í dag høvdu teir borað einar 17-18 metrar niður; um alt gongur sum ætlað, verður kjarnuboringin á Saltnesi liðug um einar tvær vikur.