Svenska løgreglan hevur avbyrgt økið við kjarnorkuverkið Forsmark eftir eina bumbuhóttan ímóti verkinum. -Hetta er sera álvarssamt, og vit fyrireika okkum nú til at leita eftir einari bumbu, sigur talsmaðurin hjá løgregluni við tíðindastovuna TT.
Svensk bløð vita at siga, at tað var ein maður, sum boðaði frá, at ein bumba er á økinum hjá Forsmark-vekrinum.
Væl mannað løgreglulið hava kringsett kjarnorkuverkið, meðan serfrøðingar gera seg klárar til at fara undir at leita eftir einari møguligari bumbu.