Sviin Hans Blix, sum var vápnaeftirlitsmaður hjá ST í Irak undan innrásini har, er fegin um ætlanina hjá Barack Obama, forseta at beina fyri øllum kjarnorkuvápnum í heiminum. Hann heldur, at USA eigur at byrja átakið við at taka øll síni kjarnorkuvápn úr Evropa, samstundis sum Russland skal flyta síni kjarnorkuvápn burtur frá sínum evropeiska marki.
Við Sydsvenska Dagbladet sigur Hans Blix, at USA eigur eisini at ógilda avtaluna, sum landið hevur við Týskland, Belgia, Niðurlond og Italia um at hava kjarnorkuvápn umborð á teirra flogførum.