Kjarnorkugranskari dripin í Iran

Ein iranskur kjarnorkugranskari varð í morgun dripin av einari bilbumbu í iranska høvuðsstaðnum, Teheran. Varaguvernørurin í býnum ákærir Ísrael fyri at standa aftan fyri bilbumbuna.

Ein annar persónur varð eisini skaddur, sigur tíðindastovan NTB. Spreingingin hendi nærhendis lærda háskúlanum Allameh Tabatai í norðrara parti av iranska høvuðsstaðnum.

Løgreglan er í holt við kanningararbeiðið. Sambært iransku tíðindastovuni, Fars, skal ein maður á motorsúklu hava fest eina bumbu á síðuna av einum Peugeot.

Varaguvernørurin í Teheran, Safar Ali Bratloo, heldur upp á, at Ísrael stendur aftan fyri spreingingina. Ísrael tók granskaran av døgum fyri at hernaðargera støðuna og órógva valtilgongdina í Iran, sigur varaguvernørurin sambært tíðindastovuni Fars.

Sambært Reuters eitur deyði granskarin Mostafa Ahmadi-Roshan. 32 ára gamli Ahmadi-Roshan var lektari og granskari við lærda háskúlan Allameh Tabatai, og granskaði við at ríka uran.

Hetta drápið er ein liður í eini røð av drápum á kjarnorkugranskarar, sum eru myrdir í Iran. Myndugleikarnir í Teheran hava ákært bæði Stórabretland og USA fyri drápini, men bæði londini vísa ákærunum aftur, skrivar norska VG.Nett.