Amerikanska stórávísin, Wall Street Journal, veit í kvøld at siga, at trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Jake Sullivan, seinastu mánaðirnar hevur havt fleiri fundir við russiskar toppolitikarar.
Fundirnir skulu hava havt til endmáls at minka um vandan fyri, at kríggið í Ukraina verður ógvusligari. Wall Street Journal sigur seg hava upplýsingarnar frá fleiri keldum, bæði í USA og frá øðrum sameindum.
Eitt annað endamál við samskiftinum skal hava verið at ávara russar um avleiðingarnar, um Russland finnur upp á at brúka kjarnorkuvápn ella onnur hópoyðileggingarvápn í Ukraina.
Sambært ávísini hevur Jake Sullivan eitt nú havt fundir við ovasta uttanríkispolitiska ráðgevan hjá Vladimir Putin, Juri Usjakov, og leiðaran fyri russiska trygdarráðið, Nikolaj Patrusjev, um støðuna.
Hvørki í USA ella Russlandi vil nakar vátta, at trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, Jake Sullivan, hevur havt umrøddu fundir við russiskar toppolitikarar.










