Kjarnorkuavtalan millum USA og Russland gongur út

- Eg vil ikki siga, at hetta er byrjanin til ein kjarnorkubardaga, men hetta átti at fingið eina reyða peru at lýst hjá øllum, sigur fyrrverandi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev

Næstleiðarin í russiska trygdarráðnum og fyrrverandi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, kemur nú við einari daprari kjarnorkuávaring, og hetta ger hann í einari nýggjari samrøðu við eitt nú Reuters.

 

Hann sigur, at hemurin stendur yvirfyri einari sera vandamiklari støðu, tí verandi kjarnorku-og avdubbingaravtalan millum USA og Russland gongur út hin 5. februar í ár.

 

Talan er um START-avtaluna, sum Dmitrij Medvedev sipar til. Maðurin, sum hevur tætt samband við russiska forsetan, Vladimir Putin, er kendur fyri rættiliga víðgongdar útsagnir.

 

START er stytting av New Strategic Arms Reduction Treaty.

 

- Støðan er ógvuliga vandamikil, sigur hann í samrøðu við Reuters.

 

START-avtalan, sum avmarkar nøgdina av kjarnorkuvápnum hjá USA og Russlandi, varð annars undirskrivað í 2010, og Dmitrij Medvedev sigur, at við ongari avtalu verða heldur ongar avmarkingar í kjarnorkuvápnum landanna millum.

 

Hann vísir á, at um eingin nýggja avtala verður gjørd um kjarnorkuvápnini, verður hetta fyrstu ferð í fleiri enn fimmti ár, at eingin kjarnorkuavtala verður galdandi millum USA og Russland.

 

Sum skilst, hevur Dmitrij Medvedev úttalað seg bæði yvirfyri Reuters, russisku tíðindastovuni Tass og hernaðarbloggaranum, sum rópar seg WarGonzo.

 

Næstleiðarin í russiska trygdarráðnum lýsir støðuna sum kritiska, tá ræður um altjóða trygd.

 

- Eg vil ikki siga, at hetta uttan víðari er ein vanlukka og byrjanin til ein kjarnorkubardaga, men hetta átti at fingið eina reyða peru at lýst hjá øllum, heldur hann fyri.

 

Tv2.no veit at siga, at tað var russiski forsetin, Vladimir Putin, sum tók Russland úr START-avtaluni í 2023, tí USA valdi at stuðla Ukraina eftir russisku innrásina í grannalandið.