USA hevur nú tikið seg úr INF kjarnorkuavtaluni við Russland.
INF avtalan, ið stendur fyri Intermediate-Range Nuclear Forces Treaty, setti bann fyri kjarnorkurakettum, ið høvdu skotmál á millum 500km og 5,500 km, og sum eisini vórðu skotnar av landi.
Avtalan, ið er frá 1987, var sostatt ein týðandi partur av arbeiðinum at verja Evropa móti sovjetskum, og síðani russiskum, kjarnorkuálopum.
USA ákærdi fyrr í ár Russland fyri at framleiða rakettir, ið vóru í stríð við avtaluna, og av tí sama hevur USA nú tikið avgerð um at slíta avtaluna.
- Russland hevur ábyrgdina av, at avtalan er slitin, segði amerikanski verjumálaráðharrin, Mike Pompeo, í dag.
Russiska uttanríkismálaráðið hevur eisini váttað, at avtalan er ikki virkin longur.
ST aðalskrivarin, Antonio Guterres, vil vera við, at ein týdningarmikil bremsa á kjarnorkukríggj nú er horvin, og heitir á partarnar báðar um at fáa í lag nýggjar avtalur um steðga vápnadubbing.
- Hetta fer ivaleyst at økja - ikki minka - um vandan, ið stendst av rakettvápnum, segði hann sambært BBC.
INF avtalan varð undirskrivað í 1987 av Mikhail Gorbachev og Ronald Reagan og setti forboð fyri øllum kjarnorkurakettum og vanligum rakettum, ið høvdu stutt og miðallangt skotmál, og sum ikki vórðu skotnar av sjónum