Flogbóltur
Tveir dystir verða sum vant í meistaradeildini hjá monnum. Hesa ferð eru tað fuglfirðingarnir, sum sita yvir, og tað kann hava við sær, at oddurin fer at treingjast.
Dysturin í Sørvági leygardagin millum SÍ og Mjølnir er altavgerandi fyri SÍ, um teir skulu gerast føroyameistarar í ár. Tapir SÍ, so koma teir at standa á 4 stigum, tá stigini verða hálverað um eina viku, og tað verða so 3 stig minni enn bæði Mjølnir og ÍF hava, um vit tora at vera so frek at gita, at hesi bæði seinnu vinna sín seinasta dyst í innleiðandi umfarinum, sum eru ímóti ávikavist Fleyr og Fram.
Men vinnur SÍ harafturímóti, so verður bara eitt stig upp til Mjølnir og tvey til ÍF, og so er einki avgjørt.
Men skal SÍ vinna, so skulu teir spæla upp til sítt allarbesta og hava góða hjálp frá trúgvu áskoðarunum í Sørvági, tí Mjølnir er sera sterkt
Fleyr hevur í longri tíð havt eina strævna tilveru í meistaradeildini. Teir hava ikki vunnið ein dyst síðani 9/2-2002, og spurningurin er, um teir vinna nakran í ár heldur. Men skal tað verða, so skal tað helst verða móti Fram, sum bert hevur vunnið ein dyst hetta kappingarárið. Tað var eisini í fyrra dystinum teirra millum, at Fleyr vann sítt fyrsta, og higartil einasta sett hetta kappingarárið.
Einki er vist
Hjá kvinnunum sleppa hinvegin øll liðini í part. Á pappírinum tykist mest spennandi uppgerðin vera tann millum Dráttur og Mjølnir, men heldur ikki í hinum báðum dystunum kann nakað úrslit tó takast fyri givið.
Í triðja umfarinum í ár tók Dráttur tey flogbóltskønu á bóli, tá tær í Klaksvík vunnu á Mjølni. Undan tí dystinum hevði Mjølnir bara vunnið, og Dráttur bara tapt, men tann dagin var alt vent á høvdið.
Men Mjølnir hevur kortini fótað sær aftur síðani tá, og er aftur hesaferð favorittur at vinna á Drátti. Men kvinnukappingin hevur verið púra óútroknilig í ár, so hvør veit...?
Kvinnuliðið hjá Fleyr hevur tað líka torført sum mansliðið hjá felagnum og langt er ímillum sigrarnar. Men hjá kvinnunum er støðan tó álvarsligari, enn hon er hjá monnunum, tí liðið kann flyta niður í 1. deild.
Spurningurin er so, um Fleyr kann gera sær dælt av ringu gongdini hjá KÍF seinastu dystirnar. KÍF hevur tapt 4 dystir upp í slag, men nú ætla tær óivað, at tann óvanin skal halda uppat.
Mikudagin vann ÍF 3-1 á Drátti, sum fyrr í ár hevur vunnið á Mjølni, sum fyrr í ár hevur vunnið á TB, og tískil átti ÍF at vunnið á TB sunnudagin. Men hatta er kortini Erasmus Montanus logikkur, tí ilt er at síggja, at ÍF fer at hótta oddaliðið TB.