Kjansurin er har

Nú flogbóltskvinnurnar eru komnar í hálvfinaluna, sum verður spæld seinnapartin í dag, eru góðar vónir um, at tað skal eydnast at basa Bermuda, sum verður hildið at hava nøkulunda somu styrki sum Menorca.

– Vit hava sæð Bermuda, sum sær út til at líkjast nógv Menorca. Spæla vit ordiliga væl, eiga vit at klára tær. Tað vil eg ið hvussu er vóna, sigur Birita Joensen, sum í dystinum ímóti Menorca í gjár átti fleiri av avgerandi smasjunum í fjórða setti.

– Ja, vit fingu nøkur ting at rigga, sum vit hava vant í tveir mánaðir, so tað var bara gott. Hetta var so okkara stuttligasti og mest spennandi dystur higartil, sjálvt um vit ikki fingu spælið at koyra í øðrum setti. Tað tóku vit so innaftur við at vinna tey bæði síðstu settini og dystin.

Eisini Hjørdis Johannesen var fegin um innsatsin ímóti Menorca.

– Tað hevði stóran týdning fyri okkum at vinna, tí so sluppu vit undan Saaremaa í hálvfinaluni. Saaremaa er nógv betri, enn tá eg síðst sá liðið, men allíkavæl rokni eg við, at vit hava ein kjans, koma vit so langgt, segði hon.