Kjalnesbúðin í Kollafirði verður ikki leingi opin aftrat, kanska bara hesa vikuna.
Gitta Hansen, sum hevur rikið handilin, sigur, at nú verður vøran, sum eftir er, seld út – og alla hesa vikuna fyri minus 30%. Síðan verður handilin stongdur.
- Vit hava avgjørt at gevast at handla, og vit hava eisini avgjørt at selja húsini, sum mamma mín, Jofrida Madsen, eigur.
Gitta hevur fingið arbeiði sum bussførari á leiðini millum Kaldbak og Havnina.
- Hetta verða langir dagar við fríløtum ímillum, so eg dugi ikki at siga, hvussu hetta fer at rigga. Men eg fari at royna, sigur hon.
Kjalnesbúðin hevur sín uppruna afturi í fimtiárunum.
- Tað var mammubeiggi mín, Jens Joensen, sum byrjaði Kjalnesbúðina norðuri á Gørðum, tey rópa.
Gitta sigur, at pápi hennara, Niels Madsen, yvirtók handilin eftir Jens og flutti hann seinni í egnan kjallara.
- Tá ið pápi mín doyði í 1988, tók eg yvir og havi soleiðis rikið Kjalnesbúðina í kjallaranum hjá mammu míni. Nú lata vit so handilin aftur og fara at selja húsini, sigur Gitta Hansen.