- Eg haldi ikki, at tað ger einki, um man ger slíkar fundir, fyri at fáa eitt sindur meiri lit á tí politisku diskusjónina, eisini í almenna høpinum, sigur Johan Dahl, sum vegna Føroya Væl skipar fyri einum kjakfundi um stjórnarskipanina í kvøld.
Hann sigur, at á Facebook eru mest sum ongi mørk fyri, hvat man kann siga við og um fólk, men tað er tó ikki í ordan.
- Eg haldi, at man sær, at politikkarar fáa næstan einki mótspæl og tað kjak, sum fyrigongur, fyrigongur á hesum sera óseriøsa miðlunum, sum Facebook er, sigur hann.
- Tað hevði verið gott um lokalfeløgini tóku hendur saman og gjørdu fundir, sum høvdu relevans fyri almenningin at vera við í og kunna kjakast um, runt um í Føroyum við ávísum millumbilum.
Fundurin um stjórnarskipanina byrjar klokkan 19 í kvøld í auluni í Finsen.










