Kjakmentan og trúvirði

Í Sosialinum hin 17. mars í ár hevur Símun Absalonsen drúgva grein um kjakmentanina, sum hann heldur at vera í kreppu. Í greinini rør Símun Absalonsen framundir, at hann sjálvur heldur enn Hans Andrias Sølvará hevði uppiborið at fingið heiðurslønina fyri heiðurligt kjak. Eg haldi so við, og presturin Olofsson er eisini av somu áskoðan. Í hvussu so er skuldi hann fingið heiðursløn fyri treysti og treiskni.

Í greinini sigur hann m. a.: “At Flew hevur svikið sína gomlu “trúgv” hevur fingið øði í Dawkins, sum metir, at Flew kanska er vorðin senilur”. Í kelduávísingini undir greinini verður víst til “The God Delusion” av Richard Dawkins. Ikki dugi eg at síggja, at Richard Dawkins nakrastaðni í tí bókini sigur, at Flew er vorðin senilur, so endurgevingin má koma onkra aðra staðni frá, tí ikki fái eg meg at trúgva, at ein gudsmaður, sum vil hækka kjakmentanarstøðið, endurgevur skeivt. Í hvussu so er ikki við vilja.

Áhugavert hevði tí verið at fingið at vita, hvaðani endurgevingin stavar. Ella eru tað míni viknandi eygu, sum hava svikið meg?