Kjakkvøld um Setrið og hægri lestur

Væl eydnað kjak skapti rættiliga drúgt orðaskifti um sømdirnar, ið okkara hægsti útbúgvingarstovnur, Fróðskaparsetur Føroya, hevur. MFS skipaði fyri kjakkvøldinum í Miðlahúsinum Hugskotið til tiltakið kom eftir at limir í MFS, sum hava lisið á Fróðskaparsetrinum, hava upplivað tær vánaligu hølisumstøðurnar og manglandi lestrarumhvørvið hjá teimum lesandi. Durita L. Jóansdóttir, limur í MFS og ein av fyriskiparunum av tiltakinum, skilir ikki hví umstøðurnar stórt sæð ikki eru broyttar síðan Setrið var stovnað í 1965.

Millum teir 40 gestirnar var Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Mentanmáladeildini, sum varar av Fróðskaparsetrinum. Hann var, sum privatpersónur, av áhuga komin á hendan fundin, og var stak væl nøgdur við kvøldið.

? Eg kann koma aftur til starv mítt við íblástri eftir hendan kjakfundin. Eg haldi tað er sera gott, at tað er MFS, sum tekur stig til ein slíkan fund sum hendan. Her varð peikað á brek, men eisini positiv ting. Jú avgjørt, hetta var ein áhugaverd og jalig uppliving, segði hann.

Les meiri um tiltakið í Sosialinum í kvøld.