– Eg skilji væl, at vágafólk og norðoyingar eru ónøgd við at tey skulu rinda fyri at koyra. Men ongin tekur tað upp á tunguna, hvussu truplar umstøðurnar eru hjá suðuroyingum, bæði hjá privatfólk og hjá vinnulívini og tað tað er kanska ikki nógv frægari í Sandoynni.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, gav summum løgtingslimum eina skortfleingju í Løgtinginum nú ein dagin.
Teir løgtingslimir, sum stóðu fyri skotum, vóru teir politikarar, mest politikarar úr Norðoyggjum og úr Vágum, ið berjast sum úlvur á skóg fyri at fáa bummgjaldið í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, avtikið
– Hetta er eitt nokk so forkelað kjak, har tann parturin av landinum , sum er nógv frægast fyri, bara hugsar um seg sjálvan og vendir blinda eyga til, hvussu tann parturin, sum hevur tað truplast, hevur tað.
– Eg haldi, at hetta er nokk so sjálvsøkið orðaskifti, tí haldi, at vit skulu líta frameftir og hugsa um at vit øll skulu vera her. Tað snýr seg nevniliga ikki bara um, hvussu norðoyingar og vágafólk hava tað, sigur Páll á Reynatúgvu.
Vágafólk og norðoyingar eru blivin ov sjálvsøkin. Eg sakni at vit draga í felag og skipa eina samferðslu, vit øll eru partur av.
– Tað er ikki nokk at bara at loysa trupulleikan hjá vágafólki og norðoyingum, so at tey koma upp á turt ímeðan suðuroyingar flóta, heldur Páll á Reynatúgvu
Hann heldur, at støðan í Sandoy lítið mætari, men hann vildi ikki tala um støðuna hjá útoyggjunum, tí har er støðan nógv verri. Sjálvur heldur hann, at siglingin í útoyggjar skuldi verið púra ókeypis um veturin, tí ferðafólkini eru so fá, at tað er meiri møði enn føði at krevja pengarnar inn.
– Lat okkum finna eina loysn, sum gagnar okkum øllum við nøkunlunda javnbjóðis fortreytum. Tað er ikki meiri enn rímiligt, heldur løgtingsformaðurin.
– Ein familja úr Suðuroy, sum skal til Havnar, skal rinda 500 krónur, men vágafólk gremja seg øgiligt um, at tey skulu rinda 30 krónur fyri ta somu familjuna, staðfesti hann turrisliga.
Hann heldur, at tað er í so sjálvsøki, tá ið politikarar bara vilja viðgera síni egnu, lokalu viðurskifti, tá ið høvið býðast at viðgera eina skipan fyri alt landið, legði hann afturat.
– Vit eru øll í sama landi og vit brúka øll sama samferðslukervi og vit kunnu ikki loyva okkum bara at viðgera støðuna í Vágum og í Norðoyggjum, og gloyma suðuroyingar, skúgvoyingar, sandoyingar, og øll hini, heldur løgtingsformaðurin.
Hann heldur, at tað er veruleikafjart at vit ikki skulu rinda fyri at halda tunlar. Spurningurin er um tað skal vera við brúkaragjaldi ella um tað verður stóripottur, sum skal rinda.










