Hensia Einarsson
Kjakið um røktarheinið í Vági er á einum fullkomiliga avskeplaðum støði, haldi eg. Ikki tí, eg ikki unni suðringum/vágbingum arbeiðspláss, tí tað tørvar í ríkiligt mát. Eg skal vera tann fyrsta at viðganga, at Suðuroyggin er stak illa fyri, tá ið um ræður tørvandi arbeiðspláss.
Tá tað er sagt, vil eg útgreina, hvat eg meini við, tá eg haldi kjakið er avskeplað. Løgmaður og landsstýrismaðurin í heilsu- og almannamálum eru komin við harraboðum til suðuroyingar, at tey kunnu fáa eitt røktarheim, um tey gera eftir boðum frá teimum um kommunusamanlegging, møguliga hava teir ikki sagt tað beinleiðis, men málið er tvinnað saman onkursvegna. Boðini hava verið so ítøkilig, at røktarheimið skal byggjast á staðnum, har sum miðnámsskúlin skuldi veri, ikki aðrastaðni, har tað kundi verið meira praktiskt, evt. saman við sambýlinum. Nýliga hoyrdu vit um eina (bestilta?) tørvskanning á røktarheimsplássum í Suðuroynni, har sagt var, at tørvurin er 33 pláss, umframt umlættingarpláss.
Nú er tað, at filmurin hjá mær knekkar, tí mær vitandi er tørvur á 111 (seinastu tøl) akuttum røktarheimsplássum í Suðurstreymi. Tá eru ikki tey við, sum hava staðið á áravís á bíðilista, tí tey vilja tryggja seg at pláss verður, tá tey hava brúk fyri tí. Hesi 111 eru somikið illa fyri, at tey hava tørv á røktarheimsplássi her og nú. Eru hesi fólkini ikki líka verd, sum tey 33 í Suðuroynni? Er løgmaður ikki løgmaður hjá teimum eisini? Ella landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum?
Eg haldi, hetta er kynisma av ringasta slag og minnir meg ikki sørt á ta tíðina, tá svartkjaftaloyvi vóru prakkaði uppá skipaeigarar, um teir vildu tað ella ikki. Nú eitur tað røktarheim.









