Kjakfundur um ítrótt og brek

Í annðaðkvøld skipar Ráðið fyri Brekað fyri kjakfundi í Miðlahúsinum um ítrótt og brek. Fundurin tekur støði í grein 30 í handikapsáttmálanum, sum snýr seg um »At vera uppi í mentanarlívi, ítrivi, frítíðarlívi og ítrótti«.

Fundurin, sum verður frá klokkan 19 til 21, fer at leggja serligan dent á setningin um at geva fólki, ið bera brek, áræði til og virka fyri, at tey, í so stóran mun sum til ber, eru við í øllum vanligum ítróttargreinum á øllum stigum og kunnu skipa seg og vera við í serligum ítróttarvirksemi.

Endamálið er at fáa eitt gevandi orðaskifti, ið varpar ljós á spurningin um, hvørjir møguleikar eru á ítróttarøkinum, fyri tey ið bera brek, og í hvønn mun handikapsáttmálin er farin at virka.

Orðstýrari verður Rigmor Dam

Teknmálstulkar: Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen

Skráin verður hendan:

Vælkomin, Barbara á Tjaldrafløtti

Framløgur:

Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti: Kann ÍSF lata hurðarnar upp fyri øllum?

Tóra við Keldu, svimjari hjá ÍSB: Hvat havi eg fingið burturúr?

Jón á Steig, næstformaður ÍSB: ÍSB í altjóða leikum

Beinta H. Joensen, Nærverkið, Stuðulstænastan: Hvussu kunnu sinnisveik fáa gagn av ítrótti?

Pallborðs orðaskifti

Samanumtøka.