Ferðsla og ferðslutrygd er nakað, sum hevur við okkum øll at gera. Um vit so eru til gongu ella koyra í akførum, er vit ein partur av ferðsluni. Tí er hetta eitt sera týdningarmikið evni, sum eisini hevur stóran áhuga millum fólk. Ikki minst tá hugsað verður um hvussu álvarsligar fylgjur ferðsluvanlukkur hava fyri tær familjur og avvarðandi, sum verða meint rakt.
Síðst í 60-unum og fyrst í 70-unum vaks talið av bilum í Føroyum við rúkandi ferð. Hetta hevði nógvar ferðsluvanlukkur við sær. Ráðið fyri Ferðslutrygd var stovnað í 1976. Hetta var ein tíð við nógvum sera álvarsligum ferðsluvanlukkum, sum t.d. í 1974, tá 13 fólk doyðu av ferðsluvanlukkum. Veganetið var als ikki klárt at taka ímóti tí alsamt vaksandi ferðsluni.
Men hesi 30 árini er nógv hent, veganetið er vorðið nógv betri og tryggari, bilarnir hava so gott sum allar trygdarskipanir sum standardútgerð, og hugburðinum hjá fólki er eisini broyttur, bæði við upplýsing og við at børnini læra um ferðslu í skúlanum.
Hetta hevur havt við sær, at hóast talið av bilum er fleirfaldað hesi 30 árini, hevur talið av ferðsluvanlukkum tíbetur ikki fylgt við. Men samanborið við grannalond okkara hava vit alt ov nógvar álvarsligar ferðsluvanlukkur, har fólk lata lív. .
Í dag seta fólk stór krøv til ferðslutrygdina í samband við útbygging av veganetinum. Nú stórir partar av landinum verða samanbundnir við tunlum á landi og undirsjóvartunlum seta fólk stór krøv til ferðslutrygdina, eins og vit síggja tað í Leirvík í løtuni, har bygdafólkið setur sum ófrávíkiligt krav, at ferðslan gjøgnum bygdina verður leidd á tryggasta hátt.
Ov lítið av autoverju
Í sambandi við 30 ára stovningardagin hjá Ferðslutrygd var stóra
ráðstevnan í Norðurlandahúsinum tann 19. januar í ár, har m.a. Thomas Carlsson, fjølmiðlaleiðari hjá svenska ráðnum fyri ferðslutrygd NTF, helt ein sera áhugaverdan og tankavekjandi fyrilestur við 0-hugsjónini sum grandarlag.
Thomas Carlsson kom nakrar dagar áðrenn ráðstevnuna og kunnaði seg um veganetið og ferðsluna í Føroyum, áðrenn hann skuldi halda fyrilesturin. Hann hevði nakrar viðmerkingar til til ymisk viðurskifti, m.a. undraðist hann á hvussu autoverjurnar er settar upp, hann dugdi ikki at skilja prinsipppið og nevndi m.a. at tað fyri tað mesta bara er autoverja á aðrari síðuni á vegnum, serliga har tað er høgt niður fyri, meðan tað í hinari síðuni, har bergveggur er, er eingin autoverja.
Hann viðmerkti eisini at hann mangar staðir sá steinar, pelar og aðrar harðar
lutir tætt við vegirnar. Um bilur rennur í teir fer hann í knús. Rennur
bilur í ein sterkan pela, so endar pelin inni í hálvum bilinum, um ferðin
t.d. er 80 km/t
Eisini undraðist hann á, at tað er loyvt at koyra við 80 km/t, har til og frákoyringar til landsvegirnar eru. Av tí at bilar als ikki tola ein samanstoyt frá síðuni við so nógvari ferð verður tað í Svøriki gjørt soleiðis, at við vegamót, har tilkoyringar eru, er ferðmarkið í mesta lagi 50 km/t.
Thomas Carlsson víst eisini á fleiri deyðsfellur, bæði á landsvegnum og í bygdum øki.
Í samband við at Norðoyatunnilin skjótt letur upp, skipar Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri kjakfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni týskvøldið 7. februar klokkan 19.30.
Á fundinum verður framløga og kjakborð við luttøku av Landsverki, politinum, umboði fyri Felagskommununa í Vágum og Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, fer at vísa á vandamál og loysnir í samband við øktu ferðsluna, tá Norðoyatunnilin letur upp. Jan Fossaberg og Jan Poulsen, løgreglumenn, fara at siga frá royndum í sambandi við ferðslumynstur og atburð fyri og eftir Vágatunnilin. Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, fer at greiða frá í hvønn mun ferðslan er broytt og háttar sær á Vágum, síðani undirsjóartunnilin læt upp. Jón Kragesteen, dagligur leiðari á RFF, fer at vísa á týdningin av upplýsing og fyribyrging í ferðsluni. Orðstýrari á fundinum verður Hilmar Jan Hansen.