Í nógv ár hava rørslutarnaði ynskt, at bygningar og landsløg vóru bygd soleiðis, at hædd er tikin fyri koyristólum. Nú sær út til, at hetta ynski um síður gerst verunleiki.
Í hesum sambandi skipar Ráðið fyri Brekað fyri kjakfundi mikukvøldið. Fundurin tekur støði í atkomu fyri øll og í reglunum, sum Innlendismálaráðið arbeiðir við at seta í gildi. Endamálið er at fáa eitt gevandi orðaskifti og venda spurninginum um, hví allir borgarar í okkara samfelag ikki kunnu luttaka á jøvnum føti.
Fundurin skal varpa ljós á politisku ætlanirnar, tað arkitektoniska sjónarhornið, frákomu og brunaumsjón, gongdina við at fáa regluverkið sett í verk og um persónligar royndir, tá ein er rørslutarnarðu.
Á fundinum luttaka Annika Olsen, landsstýriskvinna, Svend Sivertsen, arkitektur, Petur Lava Olsen, stjóri, Hans Jacob Heinesen, skrivstovumaður og Elsa Østergaard, løgfrøðingur. Orðstýrari verður Rigmor Dam. Fundurin verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 7. oktober kl. 19 ? 21.









