Kjakfundur í Mentanarhúsinum

Á eykaaðalfundi í Mentanarhúsinum herfyri vóru nýggir limir valdir í nevndina. Nýggja nevndin hevur skipað seg og er farin til verka Nevndin hevur havt fleiri fundir. Varmakeldustevnan er fyri framman og nógv hugskot til tiltøk framyvir hava verið havd á lofti.

Eitt av fyrstu tiltøkunum, sum nýggja nevndin skipar fyri, er ein kjakfundur sunnudagin 1. juni, sum verður opin fyri øllum, sum hava áhuga fyri húsinum.

Elisabeth Eldevig fer at tosa um framtíðina hjá Mentanarhúsinum, og Emily Næs hugleiðir um týdningin av at hava eitt virkið mentanarhús í nútíðarsamfelagnum. Aftaná verður orðið frítt fyri øll, sum hava hug at koma við hugskotum.

Nevndin bjóðar kaffi og køkur og gleðir seg til ein áhugaverdan og konstruktivan fund, stendur í skrivi frá Mentanarhúsinum.