Kjakfundir fyri ung í Sandoynni

“Sandoyggin vil vera tín oyggj – hvussu vil tú hava hana?” Tað er evnið á kjakfundum, sum verða í Sandoynni í morgin.

 

Leygardagin millum jól og nýggjár - tað er í morgin, 28. desember - verða kjakfundir í Sandoynni fyri ung. 

 

Evnið á kjakfundunum verður: “Sandoyggin vil vera tín oyggj – hvussu vil tú hava hana?”

 

Tey flestu, sum eru í oynni millum jól og nýggjár, hava eitt hjarta fyri Sandoynni. Men, hvat skal til fyri at velja hana sum bústað, og hvat er her, ið dregur tey, sum longu hava valt tað?

 

- Upplegg verður úr Húsavík, sum er blomstrað upp við ungum familjum, og vit hoyra eitt sindur um, hvat oyggjar og bygdir í øðrum londum gera fyri at halda seg ungar. 

 

Tað er Vakstrarætlanin fyri Sandoynna, ið stendur aftan fyri tiltakið, sum verður í Samljóði í Skopun klokkan 16 - og á Sandi klokkan 19.

 

- Kom og lufta hugskot, práta og fá okkurt heitt at drekka! Øll eru vælkomin, verður sagt úr Sandoynni.