Hóskvøldið á bindifestivalinum í Fuglafirði verður pallborðsfundur í Ribarhúsi um føroysku ullina.
Skulu vit varðveita føroysku ullina, verður spurt, og pallborðið verður mannað av serkønum fólki við ymiskum áhugamálum.
Bindifestivalurin boðar annars frá, at heili trý kaffihús vera í bygdini, so eingin trupulleiki verður hjá luttakarunum at sløkkja tostan, meðan stokkarnir ganga, og at sum vanligt endar ballið við eini gallaveitslu, har luttakararnir sýna fram síni meistaraverk, sum tikið verður til.











