Kjakast um Public Service sáttmála í kvøld

Í kvøld verður ein kjakfundur um Public Service sáttmálan í Miðlahúsinum. Tað er Ráðið fyri Brekað, sum skipar fyri fundinum, sum tekur støði í Public Service Sáttmálanum, parti 5, sum snýr seg um tænastur til fólk við breki. Aðalorðaskifti um sáttmálan var á Føroya Løgtingi í november í fjør.

- Endamálið er at fáa eitt gevandi orðaskifti, ið varpar ljós á spurningin um, hví allir borgarar í okkara samfelag ikki hava møguleika at luttaka á jøvnum føti, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað.

Orðstýrari á fundinum verður Rigmor Dam, blaðkvinna.

Teknmálstulkar: Eyðgun Hansen og Edny Poulsen

Barbara á Tjaldrafløtti fer at bjóða vælkomin, og síðani fáa fólkini við pallborðið 3-5 minuttir hvør til framløgur. Við pallborðið sita Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna.

Hon fer at tosa um politisku ætlanirnar við sáttmálanum. Leila Solmunde, forkvinn aí MBF fer at tosa um rættin til kunning. Hans Trúgvi Teirin, sum er hoyrtarnaður, fer at tosa um, hvørjar forðingar er í gerandisdegnum. Og Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, fer at tosa um tænastu til fólk við breki.

Eftir framløgurnar verður pallborðsorðaskifti og samanumtøka.