Seinastu vikurnar hevur kjak tikið seg upp um sendingarnar á Rás2, sum Óli Breckman stendur fyri hvønn mikudag. Í seinnapartssendingini á Rás2 í dag fara Ingolf S. Olsen, Sissal Kristiansen og Justinus Eidesgaard millum annað at kjakast um hesa sending.
Seinnapartssendingin fer nú aftur undir fasta táttin "Vikan, ið fór", og í dag eru fýra evni á skránni.
Umframt sendingina hjá Óla Breckman fara kjakluttakararnir eisini at siga sína hugsan um, at mótmælisfólk ætla sær til Føroya á Ólavsøku at mótmæla grindadrápi.
Eisini fara tey at práta um hvørt miðlarnir hava rætt til at nýta myndir og annað tilfar av Facebook, og um nýggjastu undirsíðuna hjá in.fo, Blits.
Kjakið verður beinleiðis á Rás2 klokkan 14.00.
Seinnapartssendingin fer eisini at seta fokus á minningardagin fyri tey deyðu í ferðsluni, sum verður sunnudagin.










