Kjakast um Kerr

Í løtuni verður dúgliga kjakast á sosialu miðlunum um fyrrverandi fótbóltslandsliðsvenjaran

Seinastu dagarnar hevur kjak tikið seg upp um fyrrverandi A-landsliðsvenjaran í fótbólti, Brian Kerr.

 

Hetta kemur í kjalarvørinum av einum videobrotið frá einum dokumentarfilmi um írska venjaran.

 

Í dokumentarinum fylgir eitt sjónvarpslið Kerr í vikuni undan stóra HM undankappingardystinum ímóti Frankaríki. Um hetta mundið hevði Kerr bert verið venjari hjá føroyska landsliðnum í góðar fýra mánaðir.

 

Í dokumentarinum sæst eldhugaði Kerr stjórna føroyska liðnum frá síðulinjuni, og á sosialu miðlunum verður júst nú kjakast óført um, hví samstarvið við Kerr helt uppat.

 

Hvat heldur tú um Brian Kerr, og gjørdi Fótbóltssambandið rætt, tá teir valdu eina aðra loysn enn Kerr sum fótbóltsvenjara fyri føroyska landsliðið?