Tá sendingin Hvonn Live er á skránni í kvøld, fer eitt av innsløgunum at snúgva seg um heilsu og heilsurák.
Støðugt fáa vit áminningar frá myndugleikum og fjølmiðlum, um hvat vit skulu eta, hvat vit avgjørt ikki eiga at eta, hvussu nógv og hvat vit skulu venja, og hvussu vit í heila tikið kunnu verða so sunn sum gjørligt.
Men er heilsurákið og korrektheitin við at verða ov nógv av tí góða, ella her hetta til tað betra?
Tí spurninginum svara Jana Ejdesgaard Thomsen og Hilmar Jan Hansen, tá tey bæði fara at kjakast um heilsu og heilsurák í sendingini Hvonn Live, ið verður send beinleiðis av Hvonn í kvøld.
Sendingin byrjar klokkan 20.00. Til ber at koma á Hvonn og lurta ella hoyra alt á Rás2.