Kjakast um grøna orku og tilflyting

Valfundur verður í Miðlahúsinum í kvøld

Í kvøld verður pallborðsorðaskifti í sambandi við kommunuvalið í Miðlahúsinum.

Umboð fyri flokkarnar, sum stilla upp á kommunuvalinum í Tórshavnar kommunu, verða við á fundinum.

Tvey av evnunum, sum verða viðgjørd í kjakinum í kvøld, eru grøn orka og tilflyting.

Runa Preeti fer at hava kjakupplegg um integratión, og Magni Laksáfoss fer at hava kjakupplegg um grøna orku.

Lesandi á master útbúgvingini West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum skipa fyri fundinum, sum byrjar kl. 19.00 í kvøld.