Omanfyri 40 vesturnorðurlendskir og danskir tinglimir, ráðharrar og serfrøðingar, umframt eygleiðarar frá russisku Duma hittast í Húsavík í Íslandi í døgunum 14.-17. juni, fyri at kjakast um fríhandilsavtalur, og grundarlagið og møguleikarnar fyri einum tættari samstarvi viðvíkjandi fríhandli. Íslendski og grønlendski uttanríkismálaráðharrarnir, Ingibjörg Sólrún Gísladóttir og Aleqa Hammond, luttaka saman við Magna Laksafoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Hetta er árliga temaráðstevnan hjá Útnorðurráðnum , sum hesaferð snýr seg um “Útnorður í einum altjóða heimi”.