Fráflyting er eitt faktum, men hvussu venda vit gongdini ? Hendan spurningin setur MFS Føroya deild hóskvøldið, tá ið skipað verður fyri pallborðsfundi. Hósdagin skipar MFS í Føroyum fyri pallborðsfundi í Miðlahúsinum.
Yvirskriftin á fundinum er: Hvussu bróta vit óndu ringrásina? Fráflytingin er eitt
faktum, men spurningurin er: Hvussu venda vit gongdini?
-Vit hava øll hoyrt um nýggjastu tølini hjá Studna, sum vísa, at 62% av øllum
føroyingum, sum fara undir hægri lestur, flyta av landinum, og av teimum kemur bert
helvtin heimaftur - fyrr ella seinni. Hetta er eitt nógv hægri tal enn í okkara
grannalondum. Hetta merkir, at Føroyar missa 150 ung fólk um árið, sum ongantíð koma aftur. Nógv kjak hevur verið um hetta evnið, men enn hava vit ikki hoyrt nógv um,
hvat man ítøkiliga skal gera. Tað er staðfest, at fráflytingin er stór, men
høvuðsspurningurin er: ?Hvat gera vit fyri at steðga fráflytingini ella skal
fráflytingin stegðast?, spyr MFS hóskvøldið.
Hetta fara Helena Dam á Neystabø, Marita Rasmussen, Kári á Rógvu, Sjúrður Skaale,
Magni Laksáfoss og Christian Nagata at kjakast um, og orðstýrari er Heini í Skorini
Í steðginum fara Petur Pólson, Lyon og Benjamin at spæla.