Fráflyting og vantandi tilflyting eru størsta avbjóðingin, sum Føroyar hava í dag. Setningurin er tikin úr heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum varð løgd fram 5. apríl í 2013, og sum varð gjørd fyri at loysa størstu avbjóðingina hjá føroyska samfelagnum.
Á pallborðsfundi á Jobmatch í kvøld hava umboð fyri politisku flokkarnar kjakast um hvar føroyska samfelagið er statt í dag, í mun til nevndu heildarætlan. Hvørji átøk eru framd, hvat hevur eydnast væl, hvat kundi verið gjørt øðrvísi, og hvat liggur enn á láni? Gott og væl 100 áhoyrarar vóru á fundinum, sum eisini varð útvarpaður.
Umboðini fyri politisku flokkarnar vóru: Kristianna Winther Poulsen, Sjálvstýrisflokkurin, Jenis av Rana, Miðflokkurin, Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, Johan Dahl, Sambandsflokkurin, Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin og Høgni Hoydal, Tjóðveldi. Orðstýrari var Jón Brian Hvidtfeldt.