Kjakast um ES í Norðurlandahúsinum

Í samband við at Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gevur út bóklingin »Ja til Evropa« verður fundur í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19.30 um Føroyar og ES.

Á fundinum verða framløgur við Bergi Poulsen, formanni í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi, Duritu L. Jóansdóttir frá Løgmansskrivstovuni og Sjúrð Skaale, fólkatingsmanni.

Tað var á tíðindafundi mánadagin, at Sjúrður Skaale legði fram bókling um ES, sum hann kallar eitt faktuelt íkast til kjakið.?

Sjúrður Skaale leggur dent á, at tað er hann sum hevur staðið fyri hesum bóklinginum.??

– Vit tosaðu um hetta innanhýsis í flokkinum og vórðu samd um, at eg skuldi savna nakað av tilfari saman. Tað er tí ikki almenni politikkurin hjá Javnaðarflokkinum, ið sæst aftur í hesum faldaranum, men haraftur ímóti mín privata meining, sigur Sjúrður Skaale.??

Hann vísir á, at tað hevur borið til hjá Álandi, at fingið undantaksloyvir í sambandi við teirra Tax-Free handil, eins og kanaloyggjarnar hava fingið síni undantaksloyvir.?

– Hjá okkum er tað fyrst og fremst fiskivinnupolitikkurin, ið krevur eitt undantaksloyvi, og um tað ber til, dugir eingin at siga, sigur Sjúrður Skaale.??

Á Álandi hava tey enntá merkt ein vøkstur í fólkatalinum, eftir at landið fekk limaskap í ES.

– Vit fáa fría atgongd til 500 milliónir brúkarar, og tað er vert at hugsa um. Tað er til okkara fyrimun, fáa vit egnaðar avtalur við ES, og í mínum hugaheimi er tað tað einasta rætta, sigur Sjúrður Skaale.

Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, sigur, at flokkurin ikki hevur broytt støðu og framvegis er ímóti ES-limaskapi.