Kjakast um eldrapolitikkin

Eldraráðið í Tórshavnar kommunu skipar týskvøldið 20. mars klokkan 19 fyri fundi í Skúlanum við Løgmannabreyt, har ljós verður varpað á eldrapolitikk landsstýrisins. Flest allir áhugabólkar verða umboðaðir millum áhoyrararnar.

Í samgonguskjalinum stendur millum annað um eldraøkið:

• Árið 2012 verður útnevnt at vera ár teirra eldru

• setast skal ein arbeiðsbólkur við m.a, umboðum fyri tey eldru at gera ein eldrapolitikk við heildarætlan fyri innihaldið í tænastuni. dentur skal leggjast á, at tænastan í størst møguligan mun stuðlar upp undir lívsgóðskuna og sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka.

• Eldraøkið verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2014.

Eldraráðið í Tórshavnar kommunu heldur, at neyðugt er við einum orðaskifti um ætlanirnar á eldraøkinum, og hava tey tí avgjørt, at halda ein upplýsandi pallborðsfund við umboðan frá lands- og kommunalum myndugleikum, har eisini er møguleiki fyri orðaskifti.

Eldraráðið hevur heitt á fleiri bæði lands- og kommunalpolitikkarar um at greiða stutt og greitt frá síni støðu til málið. Talutíðin er sett at vera upp til 10 min. til hvønn. Øssur Winthereig, blaðmaður, verður orðstýrari.

Innboðin sum áhoyrarar verða avvarandi áhugabólkar, starvsfólk innan eldraøkið og annars øll, ið hava áhuga fyri málinum.

Í panelinum sita Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Petra Jónsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni.