Ein ferðsluvanlukka í Svøríki í síðstu viku, sum kostaði tveimum donskum kvinnum lívið, hevur elvt til orðaskifti í svenskum fjølmiðlum og aðrastaðni. Kvinnurnar vóru í einum donskum bili, sum hevði summardekk. Svensk lóg áleggur svenskum bilum at hava vetrardekk um veturin, men hendan reglan er ikki galdandi fyri útlendskar bilar. Tað halda fleiri sviar vera skeivt, og teir krevja nú, at útlendskir bilar komu undir somu reglur sum teir svensku. Umleið 300.000 danir halda vetrarfrí í Svøríki við egnum bili, men minni enn so allir skøða bilarnar eftir umstøðunum.










