Fríggjadagin var skipað fyri ráðstevnu um lokal Agneda 21 tiltøk. Ráðstevnan varð hildin á bæði Hotel Hafnia og í Vestmanna. Høvuðsevni á ráðstevnuni var burturbeining og umhvørvi annars.
Fyrst hittust luttakararnir á Hotel Hafnia, har bæði álendingar og íslendingar løgdu fram úr teirra arbeiða innan Lokan Agenda 21 arbeiði og burturbeining. Á miðdegi varð síðani farið til Vestmannar, har lokala eldsálin innan Agenda 21 arbeiði, Finnbogi Joensen, greiddi frá um tey Agenda 21 tiltøk, sum vóru í bygdini.