Kjakast um bíligar ferðaseðlar við Atlantsflog

Tað má verða bíligt at flúgva, annars enda føroyingar sum gíslar í egnum landi

Ein høvuðstreyt fyri, at tað er gott at liva í Føroyum, er, at fólk kunnu sleppa av landinum og aftur fyri sámiligan prís.

 

Og í beinleiðis sending á Rás2 klokkan 16 í dag, verður kjak um, hvussu tað ber til at fáa bíligari ferðaseðlar – ella um tað ber til yvirhøvur.

 

Og tey, sum fara at kjakast um spurningin, eru Johan Dahl, landstýrismaður í samferðslumálum, og Uni Danielsen, stjóri í felagnum, sum eigur og rekur Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Hann hevur eisini verið ferðavinnustjóri og hevur nógvarroyndir viðvíkjandi flúgving við ferðafólki.

 

Óli Breckmann, sum skipar fyri sendingini, staðfestir, at góð tíðindi hava verið at frætta frá Atlantsflogi 

 
Næsta ár fær felagið eitt nýtt flogfar, ein loftbuss afturat, sum tekur 168 ferðafólk. Vit hava fingið eina einfaldari ferðaseðlaskipan umframt at prísurin á ferðaseðlum er lækkaður. Inntøkurnar hjá Atlantsflog veksa, avlopið er meiri enn tvífaldað upp á eitt ár og talið á ferðafólki veksur.

 

Men Óli Breckmann staðfestur, at spurningurin, sum alsamt trokar á, er, um tað ikki ber til hjá Atlantsflogi at lækka prísin á ferðaseðlum enn meiri, og at gera eina smidligari ferðaseðlaskipan.

 

Tað, sum føroyingar spyrja sóknast eftir, er, um vit nakrantíð sleppa at flúgva á høvuðsrutuni Føroyar Danmark fyri lægri prís enn nú. Men ber til at fylla flogførini meiri á rutunum til Reykjavíkar, Edinburgh og til Bergen ella er tað ógjørligt við verandi prísbygnað.
 


- Er tað møguligt við einum monopolfelag sum Atlantsflogi at geva tað tænastustig, tey flúgvitilboð, og teir flogseðlaprisir, sum vit høvdu, tá ið Maersk og Atlantsflog, ella tá ið Faroe Jet og Atlantsflog kappaðust um ferðafólk á danmarkarrutuni, spyr verturin.