Kjakast um almenna arbeiðsmarknaðin

Umboð fyri politisku flokkarnar kjakast á Rás 2 í dag.

Í dag skipar Fakfelagssamstarvið fyri politiskum kjaki á Rás 2, har umboð fyri politisku flokkarnar fara at kjakast um almenna arbeiðsmarknaðin.


Tey evnini, ið verða viðgjørd í kjakinum í dag, er Eftirløn, ójavnin í samfelagnum og fordeiling/skattapolitikkur. 


Sendingin byrjar klokkan 15, og vertur er Dánjal Højgaard. 

 

Politisku umboðini við kjakborðið eru:

Hanus Samró, Fólkaflokkurin

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin

Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin

Rógvi Fossádal, Sjálvstýrisflokkurin

Kristina Háfoss, Tjóðveldi

Poul Michelsen, Framsókn

Rani A. Skaalum, Miðflokkurin


Trýst her og hoyr fundin beinleiðis.