Kjakarar í leysari luft

Hóast tey bæði mest vitjaðu kjaktorgini eru latin aftur, eru føroyskir internetkjakarar ikki heimleysir í cyper-space. Teir hava longu stovnað nýtt kjakstað á netinum.

Óivað hava tey bæði mest vitjaðu føroysku kjaktorgini á internetinum seinastu árini verið Kjak.fo og Kvinna.fo. Men nú eru bæði kjaktorgini latin aftur, tí ávísir kjakarar ikki dugdu sær hógv.

Heimsíðan hjá blaðnum Kvinna boðar í dag frá, at kjakið er niðurlagt. Grundgevingin er soljóðandi: “Av tí at nakrir kjakarar ikki respekteraðu reglurnar fyri kjakið, er kjakið niðurlagt. Tað gjørdist tíverri ov tíðarkrevjandi at umsita.” Sosialurin hevur í tveir dagar roynt at fáa orð á stjóran á Kvinnu, Lenu L. Mohr, men tað hevur ikki eydnast enn.

Kvinnukjakið letur aftur bert fáar dagar eftir, at Dimmalætting lat kjaksíðuna Kjak.fo aftur av somu orsøkum. Síðan hevur Kjak.fo verið lýst til sølu á uppboðssøluni loppan.fo.

Men neyvan verður nakar áhugaður keypari, tí fólkini handan kjaksíðuna hava longu sligið seg niður aðrastaðni á netinum, nevniliga á heimasíðuni www.kjak.org. Handan hesa heimasíðuna finna vit navnið Kult v/ Dan Thomsen.