Kjakaðust um einskiljingar

Eitt av málunum, sum fekk drúgva umrøðu á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum um vikuskiftið, var spurningurin um einskiljingar.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, hevði eina framløgu og tosaði eitt nú um einskiljingarnar, sum landsstýrið hevur í umbúna.

Vágamenn finnast at ætlanini við Atlantsflog
Eftir at Bjarni Djurholm var liðugur, tók Jóanis Nielsen, fyrrverandi tinglimur, úr Sandavági orðið. Hann rósti Bjarna Djurholm fyri eitt gott arbeiði, men hann segði, at hann var ósamdur við Bjarna í einum spurningi, og tað var einskiljingin av Atlantsflog. Jóanis Nielsen vísti á týdningin hjá Atlantsflog bæði fyri samskifti fyri útheimin og sum arbeiðspláss í Vágum, og hann stúrdi fyri, hvat fer at henda, um Atlantsflog fer á útlendskar hendur.
- Atlantsflog hevur sera stóran týdning bæði fyri føroyska samfelagið og fyri lokalsamfelagið í Vágum. Tí haldi eg, at tað er sera týdningarmikið, at Atlantsflog sleppur at halda fram í verandi líki. Um vit endiliga skulu selja felagið, so lat okkum bjóða til dømis tryggingini ella Sparikassanum at keypa tað, áðrenn útlendingar fara avstað við tí. Vit vita ikki, hvat úrslitið verður, um útlendingar keypa felagið, segði Jóanis Nielsen millum annað.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrrverandi vágatingmanninum aftur og vissaði honum, at landsstýrið ætlar at taka atlit til, at felagið ikki fer úr Føroyum.
- Tað verður ein treyt, at høvuðsstøðin hjá Atlantsflog framhaldandi verður í Vágum, um tað verður selt. Eisini skal landsstýri framvegis eiga um ein triðing av partabrøvunum í felagnum, og skulu viðtøkur felagsins broytast, skal landsstýrið eisini takast við upp á ráð, greiddi Bjarni Djurholm frá.