Kjak um ótrúskap

Sexologur og prestur tosa um parlag og ótrúskap í beinleiðis sending á Rás2 í dag Í sendingini Vinstra Víkiskylda í dag verður spurnartekin sett við, hvørt tað er rætt ella skeivt at vilja hava sex við øðrum enn tínum maka. Birita Lamhauge, sexologur og Anna Dahl Hansen, prestur, eru gestir í rásarúminum.

 

Tað verður væntað av okkum, at vit eru trúføst. Tað verður væntað av okkum, at vit ikki søkja til onnur enn okkara maka, um vit vilja hava sex. Tað minsta frávikið frá hesum veruleika verður als ikki góðtikið.

 

Men hví skulu vit krevja hetta av hvørjum øðrum? Hví er tað neyðugt at lova trúskap, fyri at fáa eitt eydnuríkt parlag?