Kjak um tónleik og tónleikavinna

Tónleikarar fara at viðgera fleiri evni hetta kvøldið - eitt nú grafiskan samleika.

Hava vit tørv á fleiri venjingarhølum? Hava tónleikarar tørv á einum grafiskum samleika? Skulu vit brúka føroyingar ella útlendingar, tá vit framleiða, miksa ella taka myndir? Og hvussu setur tú prís á teg sjálvan, tá tú skalt út at spæla?

 

Hesi eru nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd í Perluni í Havn hóskvøldið 10. novembur klokkan 19:30.

 

Seinasta “List til eitt vist” snúði seg um filmslist og filmsvinnu. Hesa ferð venda vit eyguni móti tónleikinum og tónleikavinnuni. Tiltakið er soleiðis skipað, at Niels Arge Galán – grafikari og frontmaður í 200 – fer at greiða frá, hvønn týdning grafiski samleikin hevur fyri 200.

 

Síðani verður eitt kjakpanel, sum fer at kjakast um alt frá venjingarhølum til at seta prís á teg sjálva/n. Og áhoyrarar fáa eisini høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.

 

Hesi fýra manna panelið:

- Mikael Blak

- Sigvør Laksá

- Uni Debess

- Marianna Winter

 

Óluva Zachariassen, journalistur, er orðstýrari

 

– Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin, siga stigtakararnir.