Í beinleiðis kjaksendingina á Rás2 klokkan 16 - 17 í dag, fer Óli Breckmann at viðgera tað viðkvæmasta og eldfimasta evni í føroyskum politikki, nevniliga samkynt hjúnalag.
Í sendingini spyr hann um samkynt hjúnalag er ein mannarættur ella moralsk og samfelagslig glíðibreyt.
Er samkynt ‘parlag’ ella samkynt ‘hjúnband’ eitt politiskt, samfelags-, átrúnar- ella privatmál?
Hann vísir á, at vanliga familjumynstrið er nógv broytt seinastu árini.
- Nú verða skjótt onnur hvør foreldur ikki formliga gift ella vígd í kirkjum ella samkomum.
- Hjúnaskilnaður og familjur við støkum uppihaldarum verða alsamt meiri vanlig.
- Men í hvønn mun eru hesar broytingar ein samfelagsligur vinningur?
- Er samkynt parlag ikki bara ein náttúrligur livimát ihjá vesturlendingum nú á døgum.
- Skulu samkynd, sum eru góð við, ella elska hvønn annan, ikki fáa loyvi til formliga at verða gift?
- Men hvat so við øðrum, sum eisini eru góð hvørt við annað, skal tað ikki eisini vera ein mannarættur hjá teimum at sleppa at giftast?
Hví steðga við samkynd og ikki fara víðari til tvíkynd, tvígiftu og fleirgiftu?
- Hesi seinnu hjúnasløgini, har maður hevur fleiri enn eina konu, eru heilt vanlig í mannasøguni. Hinvegin eru eingi søgulig dømi um samfeløg, har samkynd verða formliga og lógliga gift.
Í sendingini spyr Óli Breckmann hví kirkja og samkomur, sum frá líður, skulu sleppa at gera mismun á borgarligum og signaðum hjúnum, tí sambært ES og ST dómstólar verður tað skjótt brot á mannarættindini.
- Hví skal tað næsta ikki verða ættleiðing, ísáðing og kynsskifti- og hvør skal gjalda fyri hetta síðsta?
Óli Breckmann vísir eisini á, at í fjør varð boðað frá, at Grikkaland hevur avgjørt, at tað er ein sjúka at lokka børn, vísa blankt, seta eld á, at stjala, spæla um pening, o.s.fr.
- Hesir sjúkrabólkar’ skulu fáa viðgerð og pensjón.
- Kann ein hugsa sær, at alt hetta og mangt aftrat skjótt eisini verður mannarættur.
Tey, sum manna pallborðið í Rásarúminum, eru umboð fyri fýra av teimum politisku flokkunum og tey eru øll umboð fyri politisku ungmannafeløgini.
Umboðini fyri samgonguna eru Jóhan B. Húsgarð, næstformaður í ungmannafelagið Fólkafloksins, Huxa og Rani A. Skaalum, næstformaður í Ung fyri Miðflokkin.
Andstøðuna umboða Regin Winther Poulsen, formaður í Unga Tjóðveldi og John av Reyni formaður í ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung.
Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra seinastu sending hjá Óla Breckmann, sum var um ætlanina hjá Bústøðum at byggi leigubústaðir.