Seinnapartin var kjak á Rás2 um úrslitið av PISA-kanningini.
Kjakið verður aftur at hoyra á Rás2 klokkan 23:30 í kvøld. Í kjalarvørrinum av PISA-úrslitinum var beinleiðis kjak á Rás2 seinnapartin í dag.
Við kjakborðið í útvarpsstovuni í Miðlahúsinum sótu Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í Mentamálum, Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, og Lis Mortensen, forkvinna í Foreldrafelagnu Heim og Skúli.
Rigmor Dam og Elin Winther Poulsen løgdu sendingina til rættis.
PISA-kjakið verður aftur at hoyra á Rás2, klokkan 23:30 í kvøld.