Frá Fuglafjarðar Bókasavni frætta vit, at lesiringurin byrjar aftur mánakvøldið 3. okt. Kl. 20. Tað er bókasavnið sjálvt, sum skipar fyri lesiringinum, sum heldur til í hugnaligu hølunum hjá Fuglafjarðar Bókasavni. Ein bók verður lisin um mánaðan. Síðani verður kjakast um hesa bók næstu ferð, lesiringurin hittist. Øll áhugaði kunnu vera við.
Hesuferð leggur lesiringurin fyri við at lesa yrkingasavnið Kodakmyndir frá sjeytiárunum eftir Kim Simonsen, sum nýliga er útkomið. Um tú ikki longu eigur bókina, ber til at fáa hana á bókasavninum. Bókasavnið hevur opið hvønn dag millum 9-17 og leygardag millum 9-12.
Einasta fortreyt at luttaka í lesiringinum er áhugi. Nýggir luttakarar eru vælkomnir. Ring og melda teg til á Tlf. 44 47 45 ella 22 72 42 ella støkk inná gólvið!
Sagt um Kodakmyndir frá sjeytiárunum:
... flestu yrkingarnar eru undursama góðar."
Agnar Jógvansson
... ópoetiskar, órytmiskar yrkingar fullar av stavivillum."
Oddfríður M. Rasmussen
... savnið er ein moderna útgáva av føroyskum útisetaskaldskapi & ein roynd at víðka ein trongan heim."
Bergur Rønne Moberg