Kjak um framtíðarsamfelagið

Leygardagin seinnapartin skipar felagsskapurin SamFelagið fyri ráðstevnu, har kjakast verður um framtíðarsamfelagið

SamFelagið er felagið hjá føroyskum samfelagsfrøðingum. Felagið er fimm ára gamalt og í hesum sambandi verður ráðstevna hildin.

Endamálið hjá felagnum er at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið og styrkja ávirkanina frá samfelagsvísindaligum arbeiði og gransking.

Á skránni eru fyrilestrar og kjak.

Kári Holm Johannesen, sosiologur og leiðari á Hagdeildini á Hagstovu Føroya toar um evnið: Aftur til framtíðina? Ein søga um fólk og arbeiði í tølum við sosiologiskum drússi.

Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur og deildarstjóri á Stjórnartænastuni í Løgmansskrivstovuni tosar um: Fyrisiting í framtíðarsamfelagnum - avbjóðingar og krøv.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum tosar um: Vinnan í framtíðar samfelagnum. 

Bogi Eliasen, samognari og framtíðargranskari á Instituttet for Fremtidsforskning tosar um: Megatrends sum amboð – Borgarin, Samfelagið og Vinnan í 2030.

Terji Nielsen, deildarleiðari á Research & Development deildini í SEV tosar um: Grøna orkuskiftið í Føroyum.

Eisini verður kjak millum fimm umboð frá vinnum og stovnum í Føroyum.

Kára Bjarnadóttir Jakobsen verður orðstýrari.