Kjak um fosturdiagnostikk

Mikukvøldið skipar Etiska ráðið fyri kjakfundi um fosturdiagnostikk í Norðurlandahúsinum

Spurningarnir, ið verða umrøddir eru millum annað: Nær skal kvinnan fáa bjóðað fosturdiagnostikk, hvør skal fáa hetta tilboð, hvørjar avleiðingar kann ein fosturdiagnosa fáa persónliga og samfelagsliga, ella er best einki at vita, skrivar Etiska ráðið í tíðindaskrivi.

Fosturdiagnostikkur verður alt meira vanligur, og kvinnur við barn hava møguleika at fáa vitan um heilsustøðuna hjá fostrinum, langt áðrenn barnið verður føtt. Endamálið er at kunna kvinnuna/parið á ein neutralan og nøktandi hátt, soleiðis at kvinnan/parið hevur møguleika at taka tað valið, sum er rætt fyri kvinnuna/parið – og ikki at forða at børn, sum bera álvarslig brek ella hava álvarsligar sjúkur verða fødd, skrivar Etiska ráðið.
Fundurin verður skipaður við fýra uppleggum.  Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska ráðnum fer yvirskipað at greiða frá um fosturdiagnostikk útfrá spurninginum hvørt vit vilja vita ella ikki vita. Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum og limur í Etiska ráðnum, fer at greiða frá fosturdiagnostikki í Føroyum í dag og Fróði Joensen, yvirlækni á Barnadeildini, fer at greiða frá um genetiska skreening av arvaligum sjúkum í Føroyum.
Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki og limur í Etiska ráðnum, fer at hugleiða um, hvørjar etiskar tvístøður kunnu standast av fosturdiagnostikki og millum annað hvørjar avleiðingar fosturdiagnostikkur kann hava samfelagsliga og fyri tann einstaka.

Til seinast er orðaskifti og høvi at seta spurningar. Í panelinum eru: Hildur við Høgadalsá, Ann Danielsen, Fróði Joensen og Jógvan D. Hansen
Óluva Zachariasen, journalistur, er orðstýrari. Fundurin verður teknmálstulkaður og uppleggini verða stroymd.
Fundurin verður mikukvøldið klokkan 19:30 í Norðurlandahúsinum.