Kjak um føroyska grundlóg í miðalhúsinum í Vágsbotni

TÍÐINDASKRIV

Havnar framburðsfelag, valfelag hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi skipar á krossmessu, 3 mai klokkan 19.30 fyri fundi um nýggja føroyska stjórnarskipan í miðalhúsinum í Vágsbotni.
Flaggdagin var eitt ár liðið síðani grundlógarnevndin lat frá sær fyrra flaggdagsálitið - eitt álit við við uppskotið til føroyska grundlóg, sum tey kalla stjórnarskipan Føroya. Uppskotið er í 100 §?um við ásetingum um ríkisstøðu Føroya og mannarættindi, sum í dag ikki eru at finna í stýrisskipanarlógini.
Harumframt hevur nevndin mælt til at broyta týðandi partar av galdandi stýrisskipan. Millum broytingarnar eru nýggjar ásetingar um fíggjarvaldið, landsstýrismannaábyrgd og tingskipan. Serliga í kjak-inum um játtanarskipan hevur grundlógarnevndin lagt á heilt annan bógv enn verandi stýrisskipan.
Allir flokkar á tingi hava sagt seg taka undir við arbeiðnum hjá grundlógarnevndini, men ósemja hevur tó verið um navnið hjá nevndini og hesi nýggju lógini, sum skal avloysa stýrisskipanarlógina frá 1994.
Hóast politiska undirtøku, og hóast onki er frætt um at danir eru ímóti eini føroyskari stjórnarskipan, so hava fleiri føroyskir juristar sett seg ímóti henni, millum annað tí hon sigst stríða ímóti tingskipanini og tí at nevndin hevur brúkt nakrar søguligar orðingar, sum serliga er fallið einum ónevndum juristi fyri bróstið, at summir setningar byrja við orðinum "nú". Ein løgfrøðingur á løg-tingsskrivstovuni segði, at uppskotið fór at vera avvíst í tinginum, meðan ein advokatur segði uppskotið vera í stríð við ríkisgrund-lógina.
Havnar Framburðsfelag bjóðar tí til spennandi orrustu um arbeiðið hjá grundlógarnevndini, har fleiri týðandi spurningar verða spurdir: Treingir stýr-isskipanarlógin til ábøtur? Ber tað til hjá føroyingum at hava egna grundlóg undir verandi ríkisstøðu? Skulu vit ansa eftir at danska grundlógin verður hildin, ella kunnu vit sam-tykkja okkara egnu fatan av støðuni? Skal lógarmálið vera juridiskt, norrønt ella nútíðarkent? Og ber tað til sum grundlógarnevndin skjýtur upp at fáa í lag tjóð-skaparliga semju ímillum allar flokkar á tingi?
Í panelinum verða: Poul Michelsen, tingmaður og limur í grundlógarnevnd-ini, Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskriv-stov-uni, Jóannes Hansen, fyrv. limur í grundlógarnevndini og Kári á Rógvi, næstfor-maður í grundlógarnevnd-ini.
Fundurin er almennur og øll eru vælkomin.