Kjak um eina ella tvær brennistøðir

– Tað gevur ikki meining at hava tvær brennistøðir í Føroyum. Tað er at oyðsla pengarnar burtur. Vit mugu síggja alt Føroyar sum eitt land. Eg vil stríðast fyri eini felags brennistøð, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar býráð

Í eina tíð hava IRF og Kommunala Brennistøðin í Tórshavnar kommunu tosað saman um at fáa eina felags brennistøð fyri alt landið.

Málið hevur verið fyri í øllum 28 limakommununum hjá IRF, og kommunurnar taka undir við, at tað í framtíðini bara verður ein brennistøð fyri alt landið, og at hon verður í Havn.
Men í tí 29 og seinastu kommununi í landinum, Tórshavnar kommunu, eru politikararnir ikki samdir, hvat skal gerast.

– Afturhaldskreftirnar eru sera sterkar. Vit hava viðgjørt málið í Náttúru- og umhvørvisnevndin fleiri ferðir, og vit hava eisini tosað við IRF, men málið hevur ikki verið búgvið at lagt fyri býráðið enn. Væntandi verður tað lagt fram nú á býráðsfundinum síðst í januar, sigur Turið Horn.

Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn, tekur ikki undir við loysnini
– Eg gangi aldrin við uppá, at vit skulu gjalda mest, men einki hava at siga, sigur Heðin Mortensen. 

##med2##

Kristina Roest, forkvinna í IRF, sær stórar møguleikar í eini felags brennistøð.
– Ætlanin er at byggja eina felags brennistøð á Hjalla, har pláss er fyri tveimum ovnum. Vit hava ongantíð tosað um at hava felags brennistøðina nakra aðrastaðni. Brennistøðin og fyrsti ovnurin skulu eftir ætlan takast í nýtslu í 2025, og síðan skal verandi brennistøð á Hjalla niðurleggjast. Seinni ovnurin skal so takast í nýtslu í 2035, tá ið brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík skal niðurleggjast, sigur hon. 


Lesið kjakið um ruskið, og hvussu vit sleppa best og bíligast av við tað í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið, og sum eisini sæst her.