Kjak: - Tað snýr seg um at broyta hugburð

- Vit kunnu fokusera uppá, at veðrið í Føroyum er keðiligt, at tað kostar nógv at ferðast úr Føroyum og at arbeiðsmøguleikarnir eru ov fáir, men vit kunnu eisini velja at hugsa um tryggleikan, um lága húsaprísin uttanfyri Havnina, um stuttu frástøðuna millum bygd og bý, tí í síðsta enda snýr tað seg jú um at hava rætta hugburðin til Føroyar, segði Høgni Reistrup í Ghetto Føroyar hósdagin.

 

 

Súni Thomassen og Sveinur Dam vitjaðu í Ghetto Føroyar hósdagin, og teir báðir greiddu frá, hví teir hava valt Føroyar frá. Sveinur er tónleikari, og hann heldur, at føroyskir politikarar hava ein keðiligan hugburð til mentan og list.

 

- Tónleikur og list liggur mær nær at hjartanum, og tá ið eg merki, at politikarar ikki virða mentanina í Føroyum, so verið eg frástoyttur av tí, greiður Sveinur Dam frá.

 

Súni Thomassen er vágbingur, og arbeiðir í dag hjá einari multinationalari fyritøku í Danmark.

 

- Eg meti ikki at arbeiðsmøguleikar eru til mín í Føroyum. Í Vági tosa tey til dømis bara um hvørt man skal lata upp aftur flakavirkið ella ikki. Tað er ikki nóg stór mál at seta sær, um man ynskir, at fólk skulu koma aftur, sigur Súni Thomassen.

 

Marita Gunnarstein Joensen er eisini vágbingur, og hon ætlar sær heim aftur til Vágs at búleikast. Tað er tryggleikin, og dreymurin um at geva børnunum ein uppvøkstur í Vági, sum dregur.

 

- Barna og ungdómsárini eru ómetaliga týdningarmikil, og eg havi havt ein fantastiskan barndóm í Vági, og tað vil eg geva víðari til míni børn, sigur Marita, sum eisini heldur tað vera ein fyrimunur, at tað ber til at keypa sær stór hús fyri lutfalsliga lítla prís á bygd.

 

Hoyr kjakið frá Ghetto Føroyar her: